Fleiri kappingar uttanlands

Føroyski súkklarin fær fyrimunir, nú hann hevur skift til ColoQuick-CULT.

Torkil Veyhe skifti í gjár Team WeBike-CK Aarhus út við ColoQuick-CULT, og av tí at nýggja lið hansara er eitt sokallað kontinental-lið, so fer Torkil í komandi kappingarári at kappast í væl fleiri kappingum uttanlands.


- Hetta kemur at merkja, at eg og liðið fáa atgongd til munandi størri kappingar enn tær eg havi koyrt í ár. Tað fer at merkja, at eg framyvir komi at kappast í evropeisku kappingini umframt eisini at súkkla í besta klassanum í Danmark. Millum annað kunnu nevnast kappingar í Fraklandi, Hollandi, Belgia og Norra, sigur Torkil Veyhe.


Í Sosialinum mánadagin verður ein longri samrøða við Torkil Veyhe.