Fleiri kampingvognar á Munkinum

Tað er meira sjáldsamt at síggja fleiri kampingvognar í senn á kampingplássinum á Sandi.

Veðrið á sandoyarstevnu hevur verið rættiliga gott í dag, og tað hevur verið turt. Sum dagurin leið, var eitt lítið lot høgt, og tað kólnaði eitt sindur. Veðrið hevur ikki verið at sett fingurin á. Ikki fyrr enn nú í kvøld hevur okkurt æl verið á luftini, og vegirnir eru vorðnir vátir

 

Væl av fólki hevur verið til ymisku tiltøkini og tivoli, sum í ár hevur verið á bønum vestanfyri Virkið, hevur eisini verið væl vitjað. Her hava børn spælt og hoppað heilt síðan klokkan 14.30 til klokkan 22 í kvøld, og hýrurin hevur verið góður.

 

Tað sást longu í gjár, at væl av fólki leitaði sær í Sandoynna. Teistin sigldi fullur av bilum tað mesta av seinnapartinum og kvøldinum í gjár, og tað var javnan, at bilar stóðu eftir á Gomlurætt, sum ikki sluppu við.

 

Fleiri kampingvognar eru eisini komnir í oynna og soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, standa fleiri vognar á hugnaliga økinum Á Munkinum, tey rópa. Her er eisini hús við øllum neyðugum fasilitetum hjá fólki í kampingveðri ella tjaldi.