Krígsbrotsverk
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyrradagin møtti fyrrverandi albanski forsætisráðharrin Ramush Haradinaj í Haag, tí krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur ákært hann fyri krígsbrotsverk undir krígnum í Kosovo í 1998 og 1999. Hann er ákærdur fyri ikki færri enn 37 lógarbrot, men noktar seg sekan í øllum.
Ramush Haradinaj er ikki tann einasti politiski leiðarin á Balkan, sum hevur fingið boð um at koma til Haag. Í gjár upplýsti uttanríkisráðið í Makedonia, at dómstólurin hevur sent boð eftir fyrrverandi innanríkisráðharranum Ljube Boskovski. Hann er ákærdur fyri at hava verið havt ábyrgdina, tá makedonskir hermenn skutu tíggju albanar í høvuðsstaðnum Skopje í 2001, og dómstólurin vil eisini vera við, at hann gav herinum boð um at skjóta seks pakistanar og ein indara eitt ár seinni. Tá vildu myndugleikarnir vera við, at teir sjey menninir ætlaðu at søkja at amrikonsku sendistovuni í Skopje, men dómstólurin í Haag sigur, at hetta var bara ein umbering, og at talan í veruleikanum var um rasistiskan ágang.
Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur eisini kravt at fáa aðrar fyrrverandi leiðarar útflýggjaðar, og ES hevur boðað frá, at londini á Balkan sleppa ikki at tosa við samveldið um limaskap, fyrr enn allir brotsmenn eru útflýggjaðir.