Fleiri smærri jarðskjálvtar raktu havið kring griksku frítíðaroynna Santorini í morgun.
Fleiri oyggjar nærhendis hava eisini verið raktar av jarðskjálvtum.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Sterkasti jarðskjálvtin hevði eina styrki uppá 4,8, vísa tøl frá amerikanska jarðfrøðiliga kanningarstovuni, USGS.
Jarðskjálvtin varð máldur klokkan 8:22 lokala tíð sunnumorgunin.
Ongar fráboðanir vóru um skaða nú seinnapartin orsakað av skjálvtunum, men skúlarnir á Santorini hava fingið boð um at vera stongdir mánadagin orsakað av støðuni.
Harumframt verður heitt á íbúgvarnar í Santorini og hinum raktu oyggjunum um at halda seg burtur frá plássum við nógvum fólki.
Sambært Jarðfrøðistovuni á universitetinum í Athen, høvdu fyrstu jarðskjálvtarnir eina styrki millum 4,1 og 4,5.
Men seinni varð ein jarðskjálvti máldur til 4,8.
Sambært grikskum myndugleikum stóðust jarðskjálvtarnir av tektoniskum virksemi undir jørð - og eftir øllum at døma ikki gosvirksemi, skrivar Athens News Agency sambært Reuters.
Við øðrum orðum verða jarðskjálvtarnir mettir at stava frá rørslum í tektonisku plátunum.
Fyrr í vikuni vóru fráboðanir um økt gosfjallavirksemi á Santorini. Hetta fekk grikska borgaraverndarmálaráðharran at kalla inn til fund hjá tilbúgvingartænastuni um støðuna.
Santorini er ein av best umtóktu frítíðaroyggjunum í Grikkalandi. Oyggin hevur fast fólkatalið á 15.500 fólk og tók ímóti 3,4 milliónum ferðafólkum í 2023, skrivar AFP.
Oyggin liggur í Egearahavinum 175 kilometrar í ein landsynning úr Athen.
/Ritzau/











