Fleiri jødiskar búsetingar

Í Ísrael hevur tann høgrasinnaði Likud-flokkurin samtykt at taka undir við uppskotinum um at byggja fleiri fleiri jødiskar bústaðir á Vestara Áarbakka. Eygleiðarar siga tað vera merkisvert, at flokkurin tekur avgerðina, beint áðrenn ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sum eisini er formaður í Likud, skal til USA at vitja.

Barack Obama, forseti, hevur boðið Netanyahu til Washington tann 6. juli. Obama hevur fleiri ferðir funnist at jødisku búsetingunum í teimum hersettu økjunum, og hetta málið verður uttan iva ovarlaga á dagsskránni undir samráðingunum.

Sambært Obama er tann jødiski búsetingarpolitikkurin tann størsta forðingin fyri varandi friði í Miðeystri.