Fleiri ivamál á landsliðnum

Lars Olsen hevur nógv at hugsa um til fríggjakvøldið

Føroyska A-landsliðið hevur havt tvær tær fyrstu venjingarnar undan EM-landsdystinum móti Spania og Norra, um verða fríggjakvøldið og mánakvøldið.

Gunnar Nielsen, Jóan Símun Edmundsson og Jákup L. Thomsen hava givið avboð vegna skaðar, meðan Sonni Ragnar Nattestad er frávaldur, tí hann ikki hevur vant og spælt regluliga seinastu tíðina.

##med2## 

Nú er eisini ivasamt um René Shaki Joensen verður tøkur. Hann hevur trupulleikar við eini fipur í búkinum. Hann verður í løtuni testaður til venjing, men tað er ikki greitt um hann kann spæla við fullari ferð.

Tí hevur Lars Olsen nógv at hugsa um til landsdystirnar koamandi tíðina. Liðið hevur vant á Tórsvølli í gjár og fyrrapartin í dag. Tað er nakað av vindi og higartil eru fáar ábendingar um liðið til dystin móti Spania.

##ms##