Premier League er besta fótbóltsdeildin í Onglandi, men tað eru ikki so nógvir enskir fótbóltsvenjarar, sum njóta gott av tí.
Í skrivandi stund eru fleiri italskir enn enskir venjarar í bestu ensku fótbóltsdeildini. Í Premier League eru fýra italskir høvuðsvenjarar, og bert tríggir enskir høvuðsvenjarar. Hetta er nakað, sum neyvan hevði komið fyri í farnu øld.
Walter Mazzarri er høvuðsvenjari hjá Watford, og Antonio Conte er høvuðsvenjari hjá Chelsea. Haraftrat er Claudio Ranieri høvuðsvenjari hjá Leicester City, og Francesco Guidolin er høvuðsvenjari hjá Swansea City. Teir tríggir ensku høvuðsvenjararnir í Premier League eru Eddie Howe hjá Bournemouth, Sean Dyche hjá Burnley og Alan Pardew hjá Crystal Palace.
Enn hevur ongin enskur høvuðsvenjari vunnið Premier League. Howard Wilkinson vann seinastu gomlu 1. division, kappingarárið 1991-1992, og er tann seinasti onglendingurin higartil at vinna bestu fótbóltsdeildina í Onglandi.