Fleiri innbrot í HB-húsinum

Fleiri enn hálvt hundrað fløskur av brennivíni eru stolnar. Løgreglan hevur spor í málinum

Tað hava verið fimm innbrot í HB-húsinum seinastu mánaðirnar. Endamálið við innbrotunum hevur verið at fáa fatur á brennivíni, sum hevur verið í goymslurúminum í sambandi við veitslur, tá fólk leigað hølið í HB-húsinum.

 

Talan er um innbrot, sum hava verið frá oktober mánaði til so seint sum í vikuskiftinum, tá tjóvur ella tjóvar aftur hava verið í HB-húsinum, og leitað eftir brennivíni. Yvir hálvt hundrað brennivínsfløskur eru stolnar, og skaði er gjørdur fyri nógvar pengar, sigur Turið Láadal Sejersdóttir, sum er húsasamskipari í HB-húsinum.

 

Millum annað eru hurðar og lás brotin, tá roynt hevur verið at sleppa inn í gloymslurúmið og køkin. Fyrstu tvær ferðirnar er ein lúka til goymslurúmið brotin upp, men hon er eftirfylgjandi dekkað væl til. Tí hevur eisini verið roynt at bróta hurðina upp, men tað hevur ikki eydnast.

 

- Málið er meldað til løgregluna hvørja ferð. Vit vita ikki hvør tað er og standa á berum, sigur Turið Láadal Sejersdóttir, men tað ger løgreglan ikki. Tey hava funnið spor, sum nú verða kannaði.

 

- Seinastu tvær ferðirnir hava vit funnið teknisk spor at ganga eftir, sum eru send til Danmarkar til nærri kanningar. Vit vóna, at vit kunnu eyðmerkja persónin útfrá hesum. Er viðkomandi ikki í skipanini hjá okkum, men kemur seinni, so síggja vit tað tá, sigur Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini

 

Hon leggur afturat, at um nakar veit nakað, so eru tey vælkomin at siga løgregluni frá.