Fleiri innbrot í Havn

Fleiri innbrot hava verið í Havn um vikuskiftið. Onki er stolið, men alt týðir uppá, at brotsmenninir hava leitað eftir onkrum

Løgreglan í Havn hevur fingið fleiri fráboðanir um innbrot ymsastaðni í býnum um vikuskiftið.
Sunnudagin komu fýra fráboðanir. Ein kom frá kommunuskúlanum, har onkur hevði verið og roynt at brotið inn í tað, sum verður kallað fru Chorhúsið.
Ein rútur var brotin í kjallaranum og ein hurð var eisini brotin upp. Síðani hava brotsmenninir roynt at sloppið sær upp á fyrstu hædd, men tað var so ikki eydnast teimum. Onki varð stolið ella oyðilagt har.
? Í hasum førinum er so talan um eina innbrotsroynd, sigur Bergleif Brimvík, leiðari fyri Kriminalpolitinum.
Ein onnur fráboðan um innbrot kom eisini frá einum lærara á Santa Frans skúlanum. Har var somuleiðis ein hurð brotin upp, og onkur hevði verið runt á skúlanum. Hurðar vóru sparkaðar inn til fleiri høli, og rótað hevði verið í hølunum.
? Her var heldur onki tekin um, at nakað var stolið, men rótaríið kann týða á, at tað varð leitað eftir onkrum, heldur Bergleif Brimvík.
Í Santa Josef barnagarðinum hevur eisini verið innbrot í vikuskiftinum. Høvuðsdyrnar vóru sparkaðar inn og somuleiðis hurðarnar inn til verkstaðin og ítrivshølið. Men heldur onki var stolið har.
Hetta kann vera eitt tekin um eina rundferð, har onki var stolið, men herverk varð framt.
Ein fráboðan kom um nátturðatíð sunnukvøldið um ein tasku, sum var stolin á Platform. Men taskan varð funnin aftur seinni á einum mannfólkawc-ið. Onki varð tikið úr henni.
Mánamorgunin um sekstíðina fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var í ferð við at bróta inn á Manhattan. Løgreglan fór at staðið og tók mannin, sum nú situr í varðhaldi. Hann skuldi avhoyrast, so skjótt hetta var møguligt.