Tað er einki at ivast í, at fótbóltur man vera best umtókta sjónvarpsvøran tá ið tað snýr seg um ítrott.
Men týsdagin skrivaði stóra týska tíðindablaðið, Frankfurter Algemeine Zeitung, at í ár var hondbóltur best umtókta ítrottargreinin í Týsklandi, um mátað verður eftir hvussu nógv sóu dystir í beinleiðis sjónvarpi.
Ítrottarvarpingin við flest hyggjarum var hálvfinalan ímillum Týskland og Norra við HM í hondbólti í januar. Næstan 12 milliónir hyggjarar sóu Týskland tapa hálvfinaluna 31-25 á týsku sjónvarpsrásini, Das Erste.
Tað eru eini 65 túsund fleiri enn tey sum sóu vinna 3-2 á Niðurlondum í EM-undankappingini.
Tær fimm best umtóktu ítrottarvarpingarnar í Týsklandi í 2019 vóru hesar:
| Hyggjarar | Sending | Rás |
| 11,901 mió | HM í hondbólti: Týskland – Norra | Das Erste |
| 11,836 mió | EM-undankapping í fótbólt: Niðurlond – Týskland | RTL |
| 10,034 mió | HM í hondbólti: Kroatia – Týskland | ZDF |
| 8,958 mió | Týska steypakapping í fótbólti: Bayern München – RB Leipzig | Das Erste |
| 9,635 mió | EM-undankapping í fótbólti: Norðurírland – Týskland | RTL |











