Løgregla í skottryggum vestum rannsakar fleiri íbúðir í Keypmannahavn í dag, í tilknýti við yvirgangsatsóknir.
Løgreglan í Keypmannahavn rannsakar í løtuni átta bústaðir ymsa staðni í býnum. Rannsóknirnar eru partur av áhaldandi kanningunum av yvirgangsálopinum í Keypmannahavn í februar, tá ein 22 ára gamal drab tvey fólk, áðrenn hann sjálvur varð skotin av løgregluni.
Áður eru tríggir mans varðhaldsfongslaðir í málinum, ein 18 ára gamal, ein 19 ára gamal og ein 22 ára gamal. Tann 18 ára gamli er skuldsettur fyri at hava hjálpt yvirgangsmanninum at fáa skottryggan vest og ein knív. Hinir báðir eru undir illgruna fyri at hava burturbeint skotvápn frá yvirgangsatsóknini. Teir eru eisini undir illgruna fyri at hava fjalt yvirgangsmannin og at hava útvega honum onnur vápn.