Fleiri hús stinga seg upp á Strondum

Nógv er bygt á Strondum seinnu árini, og her fara fleiri nýggj sethús at koma aftrat.

Í vikuni eru aftur eini sethús reist á Strondum, hesaferð við Nónvarða, tey rópa. 

 

Eigarar av nýggju húsinum eru Kirstinbjørg Rasmusardóttir Prestá og Steinar Arnsteinsson Prestá.

 

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu siga tey, at tað er Sp/F TJ Smíð við Trygva Jóhanson, sum standa fyri arbeiðnum.

 

- Vit ynskja Kirstinbjørg og Steinari hjartaliga tillukku við reistu húsinum, siga tey í kommununi.

 

Seinnu árini er nógv bygt á Strondum, og eingin ivi er um, at nýggi Eysturoyartunniin hevur havt sína positivu ávirkan á gongdina.

 

Sjóvar kommuna hevur gjørt útstykkingar, bæði á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, og nøkur grundstykki eru bygd, sum lógu aðrastaðni í bygdini.

 

Í kommununi verður arbeitt við at útvega fleiri kommunal grundstykki, og her verður eisini arbeitt við alternativum byggiverkætlanum.

 

##med2##

 

 

 

Nógv er bygt á Strondum seinnu árini, og her fara fleiri nýggj sethús at koma aftrat.