Ringa kavaveðprið um vikuskiftið førdi til fleiri hundrað avlýsingar hjá flogførum, og tað merkti aftur, at fleiri hundrað ferðafólk máttu sova í floghavnum. Fleiri hundrað avlýsingar hava verið í flogferðsluni um vikuskiftið, og tað hevur ført til, at fleiri túsund ferðafólk ikki eru sloppin heim til tíðina.
Tað skrivar norska VG, sum hevur upplýsingarnar frá heimasíðuni hjá Heathrow, sum er størsta floghavnin í Bretlandi.
Vit rokna við fleiri avlýsingum og seinkingum komandi dagarnar, meðan flogfør og starvsfólk koma aftur har, tey eiga at vera, sigur heimasíðan hjá Heathrow.
Hetta hevur so eisini ført til, at øll hotell eru full, og tí hava fleiri hundrað verið noydd at soga í floghavnunum runt um í Europa. Myndin er frá Heathrow flogvøllinum uttan fyri London.
Í gjár fingu bert 20 flogfør lent og farið á flog úr Heathrow av teimum umleið 1300 ætlaðu.