Fleiri hundrað ára gamal skøltur

Skølturin, sum tveir fiskimenn fingu í trolið út fyri Anholt í november í ár, er av eini kvinnu og er helst fleiri hundrað ára gamal, heldur Retsmedicinsk Institut. Tað var hin 8. november, at tveir danskir fiskimenn fingu ein skølt í trolið, tá teir royndu út fyri Anholt.

Tá teir komu til lands, lótu teir skøltin til løgregluna, sum aftur sendi hann til kanningar hjá .

Nú upplýsir danska løgreglan, at tey hava eina neyvari vitan um skøltin.

Kanningarnar hjá Retsmedicinsk Institut avdúka nevniliga, at skølturin er av eini stívliga 30 ára gamlari kvinnu, og at hann helst er fleiri hundrað ára gamal.

- Talan er soleiðis um eitt fornfrøðiligt fund, sigur Retsmedicinsk Institut.