Fleiri hundrað gávur til “Operation Christmas Child”

Føroyingar í Keypmannahavn hava í dag nýtt høvið at lata jólagávur inn til átakið við heitinum “Operation Christmas Child”, sum verður hildið á hvørjum árið.

 

Átakið snýr seg um, at tey, ið hava ráð og møguleika til tess, lata gávur inn til Operation Christmas Child, og síðani verða gávurnar sendar til fátøk børn kring knøttin.

 

Og tað var ikki smávegis av gávum, sum vóru at síggja á Oyrasundsstudentagarðinum í dag.

 

Tað er nevniliga soleiðis, at føroyskir stigtakarar bjóðaðu til Operation Christmas Child í dag á studentagarðinum, har fleiri hundrað føroyingar búgva, og tiltakið var sera væl eydnað.

 

Enn er ikki greitt júst hvussu nógvar gávur vóru, tá ið avtornaði, men í øllum førum kann staðfestast, at talan var um fleiri hundrað gávur.

 

Operation Christmas Child er eitt afturvendandi tiltak, sum savnar inn gávur í nógvum londum kring okkum, og síðani letur gávurnar víðari til fátøk børn.