Fleiri hundrað ferðast

At Smyril ikki er tøkur kemur sera illa við hjá kappróðrarfólkunum, sum skulu á norðoyarstevnu í dag

KAPPRÓÐUR

Fimm hundrað róðrarfólk skulu í dag taka lut í kappróðrinum á norðoyarstevnu. At tað eru so nógvir luttakarar setur stór krøv til stevnuna og stevnufyrireikararnar. Klaksvíkar Róðrarfelag borðreiðir fyri øllum í kantinuni hjá North Fish Cold Storie, har smyrjibreyð verður at fáa frá á middegi og inntil kappróðurin byrjar. Tað rokna teir ikki við verður nakar trupulleiki.

Mest áhugaverdi spurningurin er, hvussu tað fer at eydnast at koma til og úr Klaksvík. Smyril er í dokk. Tí skal Ternan flyta kappróðrarbátar úr Havnini og til Klaksvíkar. Bátarnir úr høvuðsstaðnum, Nólsoy og Suðuroy fara við Ternuni. Talan verður um átjan bátar. Bátarnir úr Vágum, Streymoy og Eysturoy fara við bilum til Leirvíkar og so við Dúgvuni tvørturum.

Stóri spurningurin verður, hvussu tað fer at spæla av, tá bátarnir skulu avstað aftur. Talið av ferðafólkum við Ternuni er avmarkað, tá sammett verður við Smyril. Tí fer ikki at bera til at føra øll tey, sum so við og við eru farin til Klaksvíkar, suður aftur við Ternuni tann túrin, tá kappróðrarbátarnir og flestu av manningunum fara suður.