Fleiri hundrað føroyingar vilja hava flogbann

– Smittukeldan er ikki í Føroyum í løtuni. Tá vit hava tað so gott, sum nú er, hví skulu vit so lata fólk koma uttan trupulleika úr einum landi, sum er hart rakt í løtuni, spyr Harry Jacobsen, stigtakari til undirskriftainnsavning, sum skal latast Landsstýrinum

Í dag boðaði løgmaður frá, at so at siga einki verður gjørt fyri at fyribyrgja, at fólk, sum eru smittað við coronavirus, kunnu sleppa til Føroya loftvegis. Síðan tá hava nógvir føroyingar verið á gosi um avgerðina, og kjakið á sosialu miðlunum hevur verið heitt.

Í hesum sambandi er nú tikið stig til eina talgilda undirskriftainnsavning

– Steðga innflutningi av Coronavirus (COVID19) við at seta ferðafólkaforboð flog- og sjóvegis, stendur skrivað í lýsingini av undirskriftainnsavningini.

Her ber til hjá øllum at gera vart við seg við at skriva undir. Og tað gongur sera skjótt. Longu nú hava fleiri enn 1000 fólk skrivað undir (dagført klokkan 14:25).

Stigtakari er Harry Jacobsen av Toftum, og hann føldi, at tað var neyðugt við einari undirskriftainnsavning.

– Grundin til at eg tók stig til hetta er sára simpul, haldi eg, sigur hann og greiðir frá:

– Smittukeldan er ikki í Føroyum í løtuni. Tá vit hava tað so gott, sum nú er, hví skulu vit so lata fólk koma uttan trupulleika úr einum landi, sum er hart rakt í løtuni? Danir hava lagt dent á at taka fyrilit fyri hvørjum ørðum og ansa uppá hvønn annan, men støðan bara versnar. So hví skulu føroyingar traðka í júst somu fótaspor? At fáa fólk at koma inn til Føroya úr einum há-risikoøki, dugi eg bara at síggja vansar í, sigur Harry Jacobsen. 

Og hann fegnast um góðu móttøkuna. Sum sagt hava fleiri enn 1000 fólk skrivað undir.

– Tað sigur mær so mikið sum, at eg ikki eri heilt einsamallur um hesa tankagongdina. At fleiri hava somu meining um hetta vísir, at tað ikki er fornuftigt at lata fólk streyma inn uttan størri fyrivarni, sigur Harry Jacobsen. 

Ætlanin er at handa undirskriftirnar til Landsstýrið.

Undirskriftainnsavningin er HER.