Tann fimm metrar høga flóðaldan legði býirnar Patuakhali, Barguna og Jhalakathi undir í sjógvi. Embætismenn siga, at alt samskiftið við býirnar fór. Lokalir fjølmiðlar siga seg tó hava frætt, at í minsta lagi fleiri hundrað fólk hvurvu í flóðalduni.
Myndugleikarnir í høvuðsstaðnum Dhaka viðgingu fyrrapartin, at teir hava ikki yvirlit yvir, hvat veruliga er hent í teimum trimum býunum, har umleið 700.000 fólk búgva. Hinvegin vita teir við vissu, at í minsta lagi 242 fólk eru deyð aðrastaðni í landinum, eftir at tropiska ódnin Sidr kom inn at landi í gjárkvøldið, men myndugleikarnir siga, at tað er eingin ivi um, at talið á deyðum er størri enn so.
Veðurtænastan heitti í gjár á fiskifør um at seta kós ímóti landi, men lokalar útvarpsstøðir at siga, at fleiri hundrað fiskifør náddu ikki at koma til lands undan ódnini.
Ódnarveðrið hevur serliga gjørt um seg í landslutunum Mongla, Barisal og Khulna í útsynningspartinum av landinum. Vindferðin í hvirlunum kom upp í 67 metrar um sekundið, og fleiri túsund hús eru oyðiløgd.
Myndugleikarnir høvdu ávarað fólkið í láglendinum um, at ein tropisk ódn var á veg ímóti landi, og sjálvboðin hjá Reyða Hálvmána hjálptu í gjár fleiri túsund fólkum burtur frá strondini. Men tað búgva umleið 10 milliónir fólk í láglendinum, og sambært fjølmiðlunum eru bara trygdarrúm til umleið eina hálva millión fólk har.