Fleiri áhugaverdar uppgerðir beinanvegin

Í tveimum førum fer 1. deildarlið at verða varpað úr steypakappingini, eftir at teir bara hava roynt seg eina ferð

LØGMANSSTEYPIÐ
 
Í vikuskiftinum verður av álvara farið undir nýggja kappingarárið. Tá fara øll feløgini í bestu og næstbestu deildini at hava verið partur av steypakappingini.
                      Størsti áhugin snýr seg ivaleyst um tær báðar uppgerðirnar millum 1. deildarfeløg ? HB-NSÍ og Skála-B36.
HB, sum í fjør vann bæði FM og steypakapping, fær í morgin vitjan av NSÍ, sum HB á Ólavsøku í fjør vann steypafinaluna ímóti. Tað er longu greitt, at talan verður ikki um somu uppgerð á Ólavsøku. Í morgin verður tað greitt, hvat av hesum feløgunum ongan møguleika fer at hava fyri at spæla á Ólavsøku.
                      Í HB hevur verið ikki so lítið av gjøgnumtrekki síðani síðsta kappingarár, men teir siga seg vera hampuliga væl fyri og spentar. Tað kann væl enda við, at liðið í ár fer at síggja umleið eins út, sum tað gjørdi í fjør, sjálvt um tað er greitt, at Rógvi Jacobsen og Jan C. Dam ikki vera við. Men í fyrstu atløgu eru fleiri av spælarunum skaddir. Talan er um Heine Fernandez og Hendrik Rubeksen, sum eisini er álopsspælari, málverjan Bárður Johannesen og verjuspælararnir Jóhannis Joensen, Hans á Lag og Vagnur Mohr Mortensen vóru eisini skaddir hóskvøldið.
                      Ungir spælarar, sum hava snoddað til besta liðið, tykjast vera á gáttini til meiri spælitíð. Millum hesar eru Rókur Jespersen, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, Emil Nolsøe Leifsson og Páll D. Joensen og so onkrir, ið eru uppaftur yngri enn hesir. Tór-Ingar Akselsen er aftur í felagnum, sum hann í 2003 var við til at vinna FM fyri, og saman við Jákupi á Borg er hann álopsboð.
                      Hjá NSÍ er tað greitt, at veteranarnir Jónstein Petersen og Gert Langgaard ikki verða tøkir í morgin, og tað verður Jústinus R. Hansen heldur ikki. Viggo Johannesen, sum undanfarnu árini hevur verið í ÍF verjuni, hevur vant við NSÍ í ár, og hann verður við í Gundadali í morgin. Tað verður Christian Høgni Jacobsen, sum í heyst kom aftur úr Vejle, eisini. Christian Høgni er komin fyri seg eftir krossbandsskaðan, ið helt honum burturi alt síðsta kappingarár. Síðani landsliðsferðina í La Manga hevur Christian Høgni Jacobsen verið skaðaplágaður, men nú er hann tøkur aftur.
 
Fróði í essinum
B36 skal í morgin spæla á Skála. Í B36 kalla teir seg nú FC Tórshavn, sum saman við B36 er sjónskt á nýggja búmerkinum, ið týskvøldið fyri fyrstu ferð varð víst fyri eldru limunum. Á vøllinum hevur tað serligan áhuga, at Fróði Benjaminsen í síðstu viku kom úr Íslandi og til B36. Fróði var við í venjingardystinum ímóti B71 leygardagin. B36 vann 4-3, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri 3-0, og Fróði Benjaminsen skoraði trý av B36 málunum. So tað er ikki undur í, at Fróði í hesi vikuni hevur verið stóra samrøðuevni millum B36 viðhaldsfólkini.
                      Á Skála hava teir higartil havt ilt við at savna fólkið. Alexandur Johansen og Pauli G. Hansen hava verið nógv upptiknir av hondbólti, og útlendsku spælararnir eru fyri stuttum komnir til landið. Serliga siga teir seg hava lagt til merkis, at nýggi málverjin skal vera rættuliga stinnur.
 
B68 kann fáa hevnd
Í fjør var tað eftir heimadystin ímóti EB/Streymi, at tað var greitt, at B68 í ár skuldi spæla í 2. deild. Tað er ikki rætt at siga, at tað var EB/Streymur, sum sendi B68 niður, tí B68 hevði við nógvum lítið sannførandi avrikum og úrslitum fyrr á árinum syrgt fyri, at høvið ikki varð at halda fram. Men nú hevur B68 møguleika at vísa, at teir eru væl betri fyri, enn teir vóru í fjør.
                      Í síðstu viku kom Albert Sævarsson, sum fyri einum ári síðani flutti av Toftum og til Grindavíkar, aftur á Svangaskarð at verja B68 málið. Jann Ingi Petersen og Julian Johnsson eru komnir afturat á miðvøllinum, og í verjuni er Arnbjørn Danielsen komin afturíaftur úr B36.
                      Á Eiði hava teir umleið sama fólkið,sum teir høvdu í fjør. Gamlir kenningar, sum nú eru aftur á Mølini, eru brøðurnar Egil á Bø, sum í fjør var aftur í B36, og so Finnbjørn Zachariassen, sum hevur verið burturi frá í fleiri ár, men sum nú hevur funnið fótbóltsskógvarnar framaftur.
 
Tætt í flestu førum
Størsti favoritturin í vikuskiftinum man vera KÍ. Klaksvíkingar skulu á middegi í morgin í Gundadali takast við Kára Reynheim og hansara menn í Fram. Kári man mangan hava verið til stóran ampa fyri verjuna hjá KÍ. Men við allari virðing fyri honum og Fram liðnum, so verður talan um eitt tað mest óvæntaða úrslitið nakrantíð, um Fram fer at gera nakað við KÍ.
                      Trupulleikin hjá KÍ er, at fyrsti málverjin hjá teimum, Karstin Joensen, ikki er førur fyri at spæla. Unglingamálverjin, Mathias Samuelsen, vísti fleiri ferðir í fjør, at hann er dugnaligur eykamálverji.
                      Merkisvert er tað, at ÍF skal spæla á Vágseiði bæði í morgin og næsta sunnudag. Hesa ferð verður tað í steypakappingini, og um eina viku verður tað í landskappingini.
 
Nógvar seinkingar higartil
Í innleiðandi umfarinum vann FS Vágar 2004 1-0 í Hvalba. Birgir Joensen skoraði málið í 2. hálvleiki. Í fyrsta umfarinum, sum skuldi havt verið á skránni síðsta vikuskiftið varð eingin av teimum fýra dystunum avgreiddur. Í vikuni hevur Fram vunnið 17-0 á nólsoyingum í NÍF, og hóskvøldið vann FS Vágar 2004 3-2 á SÍ í Sørvági. Hetta úrslitið ber við sær, at FSV í morgin í Sandavági skal spæla ímóti TB, sum er nýtt felag í bestu deildini.
Sumba skuldi sambært skránni havt spælt á heimavølli ímóti MB. Men ta uppgerðina hevur MB vunnið uttan dyst, tí Sumba ikki er partur av steypakappingini, eftir at teir hava kastað saman við VB. Nú skal MB spæla á heimavølli ímóti B71, sum má roknast at vera favorittur ímóti 4. deildarliðnum.
Í síðsta dystinum í fyrsta umfarinum skuldu LÍF og AB havt spælt. Men tað hevur verið væl av kava á vøllinum í Leirvík, sum jú er rættuliga ovarlaga. Tann dysturin er útsettur til í dag. Um vinnarin skal spæla ímóti GÍ í morgin ella eina ferð í næstu viku var ikki greitt fyrrapartin í gjár.
Fjórðingsfinalurnar eru á skránni 5. mai.
 
LØGMANSSTEYPIР                                                                                                                   




Dato:

nr.:

Lið:

Staður:

Dómari:

Hj.dómarar:


2003

06

MB-B71

Miðvágur

Petur Reinert

Jan/Jóannes


2003

07

Fram-KÍ

Tórshavn

Dagfinn Olsen

Jákup M/Dan


2003

08

SKÁ-B36

Skáli

Súni Johansen

Jens A./Edvard


2003

09

HB-NSÍ

Tórshavn

Lassin Isaksen

PeturH/TummasP


2003

10

VB-ÍF

Vágur

Oddmar Andrease

Ransin/Laurits


2003

11

EB/ST-B68

Eiði

Birgir Sondum

Regin/Georg


2003

12

LÍF/AB-GÍ

Leirvík/Argir

Jens P. Brattalíð

Rúni/Johnleif


2003

13

FSV-TB

Sandavágur

Petur Skarðenni

Magni/Jónleif