Fleiri áhugað í Forlan

Álopsspælarin Diego Forlan úr Uruguay endar møguliga aftur í enskum fótbólti, har hann royndi seg við skiftandi eydnu í Manchester United fyri nøkrum árum síðani. Forlan hevur staðið seg væl í sponsku kappingini seinastu tvey árini, og sambært spælaranum sjálvum eru trý ensk feløg áhugað í honum. Eitt av teimum er Liverpool, og Sunderland hevur eisini víst honum áhuga. Í løtuni spælir Forlan fyri Villareal, men kann keypast leysur fyri 165 milliónir krónur.