Í Føroyum er siðvenja, at mann heldur seg heima á jólum, men hesari siðvenjuni hevur hvonn hjá Hotel Tórshavn nú bjóðað av. Nú á jólum var fyrstu ferð, at ein føroysk matstova hevur verið opin um jóladagarnar.
Bæði hotellið og matsotvan høvdu opið sum vanligt. Har var møguleiki at fáa morgunmat, millummála, døgurða og dessert í røttum jólastíli. Tað vísti seg at rigga stak væl.
– Tað var stórur áhugi. Vit fingu bæði gistingar, og fólk komu at eta allar dagarnar. Tað var tó ikki full matstova, men hetta er sjálvandi eitt konsept, sum mann skal venja fólk við at brúka, sigur Jenny A. Heiðunum, stjóri á Hotel Tórshavn og hvonn.
– Tað áhugaverda var, at tað vóru fleiri føroyingar enn útlendingar, sum komu at eta. Tað var stuttligt, og tað vísir, at vit øll eru ymisk og hava ymsar mátar at halda jól uppá, sigur hon.
At hvonn valdi at hava opið á jólum er ikki av tilvild.
– Um mann hyggur at londunum rundan um okum, sær mann, at hotellini eru fult bókað, tí fólk velja at fara út at hugna sær og ikki hugsa um jólastressið. So vit mettu, at tað var eitt gott hugskot eisini at bjóða hendan møguleikan út í Føroyum, sigur stjórin og leggur aftrat, at tað hevur verið ein ávísur eftirspurningur um at halda jól á Hotel Tórshavn og í hvonn.
Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak.
– Eg vænti heilt víst, at tað fer vinda uppá seg at fara á matstovu á jólum í Føroyum. Tað kann vera, at siðvenjan við at vera heima ikki passar til øll, men at hetta øðrvísi konseptið passar nøkrum betri, sigur Jenny A. Heiðunum.
– Tað tekur sjálvandi tíð at uppbyggja. Men nú eru vit byrjað, so nú halda vit áfram, sigur hon.
Hotel Tórshavn hevur longu fingið fyrispurningar frá gestum um jólini næsta ár.










