NATO ætlar at senda 6.000 hermenn afturat til Afghanistan eftir ársskiftið, tí tá skal samgongan eisini hava eftirlit við tí syðra partinum av landinum. Frammanundan eru 9.000 NATO-hermenn í Afghanistan.
Sum er hava teir útlendsku hermenninir eftirlit við høvuðsstaðnum Kabul og teimum norðaru landspørtunum. Men eftir nýggjár skulu teir eisini hava eftirlit við teimum syðru landspørtunum, har bólkar hjá Taliban framvegis gera um seg, og tað verða yvirhøvur hermenn úr Bretlandi, Kanada og Niðurlondum, sum skulu hava støð har, skrivar AP.
Fleiri av teimum evropeisku NATO-londunum sýta fyri at lata hermenn sínar taka lut í bardøgunum ímillum teir 20.000 amerikonsku hermenninar og uppreistrarmenninar, men sambært Jaap de Hoop Scheffer, NATO-aðalskrivara arbeiðir samgongan við at finna eina loysn á hesum trupulleikanum.
Sum skilst hava summi lond hug at slaka og at lata sínar hermenn verða við í eftirlitinum í teimum ófriðarligu landspørtunum har suðuri í landinum.