Mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá stýrinum eru framvegis á Tahrir-torginum í Kairo, men tíðindastovurnar hava serliga heft seg við, at tað eru fleiri hermenn at síggja í býnum í dag enn hinar dagarnar.
Í gjár kannaðu hermenninir øll, sum komu inn á torgið, og sum skilst heldur herurin fram við hesum kanningunum í dag.
Leystíðindi vilja vera við, at Hosni Mubarak, forseti, fer at halda røðu í dag. Tað ljóðar eisini, at Omar Suleiman, varaforseti, skal røkja uppgávur hjá forsetanum, til hann fer frá.
Í morgun var Mubarak at síggja í tí almenna sjónvarpinum, sum bar tíðindi frá einum fundi, har forsetin og ráðharrarnir høvdu umrøtt búskaparstøðuna, sum er versnað nógv undir ófriðinum.