Í USA vil republikanski senatorurin John McCain hava Barack Obama, forseta at senda fleiri amerikanskar hermenn til Afghanistan. McCain og aðrir republikanskir senatorar siga í einari felags áheitan á forsetan, at tað er ikki nóg mikið hjá USA at berjast við Taliban og Al Qaida í Afghanistan, men at stríðsøkið umfatar eisini Pakistan. John McCain, sum kappaðist við Barack Obama um amerikanska forsetaembætið, vísir samstundis á, at yvirgangsmenn eru farnir at gera meiri um seg í Afghanistan og Pakistan í seinastuni.