Føroyar hava longu vunnið 23 heiðursmerki á Álandi, men í dag verður roknað við fleiri føroyskum heiðursmerki. Rás2 sendir allan dag frá leikunum, og her á Portalinum ber eisini til at fylgja við Á triðja kappingardegnum á Oyggjaleikunum í dag verður roknað við, at føroysku ítróttarfólkini fara at vinna fleiri heiðursmerki.
Fyrsta kappingin hjá bogaskjúttunum endar seinnapartin í dag, og har liggja føroysku skjúttarnir heilt væl fyri eftir fyrru umførini í gjár.
Svimjararnir, sum stóðu seg so væl í gjár, skulu aftur í dag kappast í fleiri ymiskum kappingum.
Og harafturat eru eisini kappingar í frælsum ítrótti, skjóting, borðtennis og flogbólti
Rás2 sendir allan dag av Álandi, og eisini her á Portalinum ber til at fylgja við avrikunum hjá føroysku ítróttarfólkunum í dag.