Fleiri havhestaungar í ár

Væl meira av havhestaungum er komið undan í ár í mun til seinasta ár. Hetta vísa teljingar hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum verða gjørdar í Høvdanum í Skúgvi Í vár og í juni vórðu taldir 384 og tað er 27% fleiri enn seinasta summar. Eisini vóru fleiri reiður, 269 í tali, og tað er 37% fleiri enn seinasta ár. Størsti vøksturin er tó í talinum av ungum. Til samans vóru 123 ungar í seinastu viku og tað er 98% fleiri enn seinasta summar.

Talið av ungum er annars minkað spakuliga síðani 2001, tá ið 171 ungar komu undan. Í 2007 hendi tó ein óvanliga stór minking niður í bert 62 ungar, men hetta talið er nú vaksið aftur til 123, so nú er tað uppi á einum meira vanligum støði. Um støðan er tann sama um alt landið sum í Høvdanum í Skúgvi, so skuldi meira verið at fingið av havhestaungum enn í fjør, men tað velst eisini um veður og vind.

Ungarnir verða taldir stutt áðrenn teir eru floygdir, og í Høvdanum síggjast teir væl, tí her heldur havhesturin til á rókum og spíldum. Hvør einstakur fuglur verður merktur inn á myndir, og tilsamans eru gott 300 reiður ella pláss, har havhestar halda til, men teir verpa tó ikki í øll reiðrini á hvørjum ári. Tað hevur ikkið verið sigið í Høvdanum síðani 1974, so fuglurin verður ikki órógvaður av fólki, og rotta er ikki í oynni. Hvussu nógv kemur undan av havhestaungum í Høvdanum veldst tí mest um, hvussu nógv føði er at fáa til ungarnar. Tað hevur sostatt verið munandi meira føði til havhestin í ár enn seinasta ár.