Jógvan Martin Olsen er á veg til KÍ. Jógvan Martin Olsen skal venja ÍF, og Jógvan Martin Olsen skal venja EB/Streym. Søgurnar eru fleiri, sum seinastu dagarnar hava ferðast millum manna og á sosialu miðlunum.
Nú er nakað síðani, at Jógvan Martin Olsen boðaði frá, at hann ikki fer at halda fram sum venjari í barndómsfelagnum á Toftum. Hann legði tá aftrat, at hetta var fyrsta árið, síðani hann fyri meiri enn tjúgu árum síðani fór at arbeiða sum venjari, at hann ikki hevði fingið fyrispurning um at taka sær av einum liði næsta kappingarár.
-Tann støðan er broytt. Seinastu vikurnar havi eg fingið meiri enn ein fyrispurning. Eg havi ikki skrivað undir avtalu við nakað felag, og eg eri ikki í samráðingum við nakað felag. Í løtuni umhugsi eg, um eg yvirhøvur skal vera venjari næsta kappingarár, sigur Jógvan Martin Olsen.
Møguleikarnir vera ikki fleiri, sum dagur dettur av degi?
-Tað er ein veruleiki, men royndirnar hesi nógvu árini hava lært meg, at tað skal vera álvari aftanfyri. Hetta skal skiljast soleiðis, at leiðslan skal syrgja fyri karmum og í samráð við venjaran spælarum, sum bera fyritreytir við sær at kappast. Annars verður motivatiónin lítil at vera venjari, og so er í mínum føri frægari ikki at vera venjari, sigur Jógvan Martin Olsen, sum harvið tó ikki heilt avskrivar møguleikan, at hann fer at taka sær av einum liði næsta kappingarár.









