Fleiri hava spælt seg í semifinalurnar

– Tað gongur eftir ánni hjá føroysku badmintonleikarunum í Íslandi.

 

Soleiðis skriva ferðaleiðararnir hjá føroysku luttakarunum í badmintonkappingini í Reykjavík.

 

– Heili 30 føroyskir badmintonleikarar luttóku í kappingum í gjár, og úrslitini hava verið sera góð. Serliga væl hevur hilnast í aldursbólkunum U-13 og U-15, tí har hava fleiri føroyskir leikarar spælt seg í semifinalurnar, sum verða leiktar í dag, men eisini í U-17 og í U-19 verður føroysk luttøka, skriva tey úr Reykjavík.

 

Alt tað føroyska ferðaliðið, sum telur 46 fólk, var eftir dagsins kappingarnar, í gjárkvøldið í »RIG 2012 gallaveitslu© í Laugardalshøllini, har flesu av teimum 20 ítróttargreinunum á leikunum vóru umboðaðaðar.

 

Vit frætta aftur úr Íslandi í dag um, hvussu hildnast hevur á finaludegnum.

 

Annars lata tey heilsa frá føroyska ferðalagnum – tey hava tað øll gott og njóta tað góða kavaveðrið í Reykjavík.