Nú er umsøkjaratalið hægri til bæði læraraútbúgvingina og pedagogútbúgvingina, enn talið var eftir at fyrra freistin var farin Talið av teimum, sum søkja inn á Føroya Læraraskúla, er væl størri nú, enn tað var, tá ið upprunaliga freistin var farin. Freistin varð longd til í gjár, og nú eru tað 64, sum hava søkt um at sleppa inn á læraraútbúgvingina, og nú eru tað 79, sum hava søkt inn á pedagogútbúgvingina. Upprunaliga vóru tað 44, sum søktu inn á læraraútbúgvingina, og 65 sum søktu inn á pedagogútbúgvingina.
Nú verða umsóknirnar viðgjørdar, og umsøkjararnir fara at fáa svar so skjótt, sum tað ber til.
Í summar verður farið undir pedagoglestur og læraralestur eftir øðrvísi skipan, enn henni, sum hevur verið galdandi nógvu tey seinastu árini. Talan er í fyrstu syftu um eina royndarskipan, sum ætlast at vera løgd inn í nýggju ásetingarnar, tá ið tær verða klárar seinni í ár.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er í summar pláss fyri 48 nýggjum læraralesandi og 48 nýggjum pedagoglesandi á Føroya Læraraskúla.