Fleiri hava ringt til løgregluna um vind

Engin skaði er hendur í storminum í nátt, men nakrar vandastøður vóru kortini

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir í sambandi við tann harða stormin, sum hevur verið í nátt.

 

Talan var um nógvan vind og onkustaðni vóru máld yvir 40 metrar um sekundið.

 

Men tað, løgreglan veit, hevur stormurin ikki elvt til skaða og tær fráboðanir, løgreglan fekk, vóru bara um smáttarí.

 

Í Miðvági varð boðað frá, at Reynsatindur var við at slíta, men hann varð bundin aftur.

Eisini á Tvøroyri varð stúrt fyri, at bátar fóru at slíta og eisini har varð støðan bjargað, áðrenn nakar skaði hendi.

 

Í Klaksvík vóru girðingar við nýggja Betesda við at fara á flog, men forðað var fyri tí og í Leirvík kom fráboðan um, at fiskakassar fuku á bryggjuni, men teir elvdu ikki til skaða, sigur løgreglan.