Fleiri hava kroniskar sjúkur

Fólk liva longri, tí lívsumstøðurnar og viðgerðarmøguleikarnir eru betri enn nakrantíð áður. Hetta viðførir ein vøkstur, tá ræður um kroniskar sjúkur. Mett verður, at umleið 1/3 av danska fólkinum livir við einari ella fleiri kroniskum sjúkum. Av tí, at nógv fleiri fólk líða av hesum sjúkum, verður eisini nógv meiri gjørt í dag fyri at fyribyrgja hesum. Kroniskar sjúkur kunnu greinast sum sjúkur, ið vara leingi - ella, sum altíð eru afturvendandi. Tað eru í flestu førum tey gomlu, sum líða av kroniskum sjúkum.