Fleiri hava hálvan frídag

Í morgin er minningardagur teirra sjólátnu, og hjá nøkrum feløgum er talan tá um hálvan frídag. Vinnuhúsið upplýsir á netinum, at limir hjá Føroya Arbeiðarafelag og Klaksvíkar Arbeiðsmanna/kvinnufelag verða lønt eftir yvirtíðarsatsum, um arbeitt verður eftir klokkan 12 hendan dagin.