Fleiri handtøkur aftaná yvirgangsálopini

Belgiska løgreglan hevur handtikið tríggjar menn í dag, ið eru undir illgruna fyri at hava ein part í yvirgangsálopinum í París 13. november í fjør. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Menninir vórðu handtiknir aftaná ein húsarannsókn hjá løgregluni í kjalarvørrinum av álopinum í Brússel.


Harumframt hevur belgiska løgreglan handtikið átta persónar seinastu vikuna, ið hava tilknýtið til álopið í Brússel, harav tveir í dag. Tey verða ákærd fyri ymiskar leiklutir í yvirgangsvirksemi.


Kanningararbeiðið í samband við yvirgangsálopið í Brússel hevur fleiri ferðir staðfest, at samanhangur er millum álopini í Brússel og París. Islamski Staturin hevur eisini tikið ábyrgd fyri bæði álopini.


Ein belgiskur dómstólur skal mikudagin taka støðu til, um ákæra skal reisast móti teimum trimum monnunum, ið vórðu handtiknir í morgun.