Oddagrein
Fíggjarlógin næsta ár fer aftur eitt hall á niðastu reglu. Tað sama ger seg galdandi í ár. Spurningurin er so, hvussu leingi kunnu vit hava hall á landsins búskapi? Spurningurin skal ikki svarast á hesum stað. Spurningin hava búskaparfrøðingar viðgjørt og tað fara teir eisini at viðgera í komandi tíðum. Vit seta bara spurningin.
Landsstýrissamgongan hevur valt at hava hall, tí fíggjarmálaráðið heldur, at tað fær størri og álvarsamari avleiðingar, um spart verður so nógv, at javnvág fæst á niðastu reglu á fíggjarlógini. -Vit hava valt at reka ein ekspansivan fíggjarpolitikk, segði Bárður Nielsen, tá hann legði fram uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár síðst í september.
Við ein ekspansivan fíggjarpolitikk meinti hann óivað, at tað almenna táttar ikki í, tá talan er um íløgur. Fleiri íløgur standa fyri framman - íløgur í skúlar, ellis- og røktarheim, havna- og tunnilsgerð o.s.fr. Eftir útrokninginum hjá fíggjarmálaráðnum fór tað almenna ikki at hava færri fólk í arbeiði komandi ár.
Tað merkir kortini ikki, at nøkur ikki verða uppsøgd. Tað almenna sparir og fleiri stovnar eins og miðfyrisitingin hava verið noydd at siga nøkrum fólkum úr starvi, men sama tal av fólki skuldi kunnað fingið arbeiði, tí fleiri arbeiði í samband við nýíløgurnar.
Henda gongdin minnir um búskaparpolitikki hjá Keynes. Hann miðjar ímóti, at tað almenna skal halda aftur at gera íløgur í uppgongutíðum og tá búskaparstøðan er góð, tí tá eru privatu íløgurnar sum oftast stórar. Afturímóti skal tað amenna byggja út, tá tað privata vinnulívið heldur aftur. Á henda hátt fæst javnvág í.
Hesa støðuna eru vit fyri so vítt í, um vit ikki mistaka okkum, men ikki skerst burtur, at tá vit høvdu uppgongutíðir frá miðskeiðis í 90-árunum, og privati íløguhugurin var stórur, so gjørdu vit aftur - eins og í 80-árunum - ov stórar almennar í løgur.
Bara tey seinastu 5-6 árini hava vit bora ein undirsjóvartunnil, ein tunnil á landi, bygt nýtt landssjúkrahús, einar 6-7 havnir og ferjulegur, tvey nýggj strandfaraskip, eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip, nýtt løgting, nýtt telefonverk, ein hóp av dagstovnum og harafturat hava eisini verið fleiri vegarbeiði.
Tað er ikki at siga ov nógv, um sagt verður, at nøkur av hesum arbeiðum kundu bíða ella verið toygd eitt ávíst áramál. Privati íløguhugurin var jú stórur, og tí kundi tað almenna hildið aftur og goymt pening til nú, tá privati íløgurnar eru rættiliga avmarkaðar, og tað almenna tíverri ikki hevur til nógv meira enn til tað sum tað kostar at reka samfelagið.
Hall í tvey ár, tilsamans 4-500 mió.kr., megna vit óivað at bera. Men í longdini ber tað ikki til, uttan at landskassaskuldin økist aftur, og tað ynskir eingin. Tí eiga landsins politisku myndugleikar longu nú - ella aftur nú - at fáa eitt veruligt arbeiði í gongd, hvussu vit kunnu rationalisera, soleiðis at føroyska samfelagið verður bíligari at reka!










