Fleiri halda fram í KÍ

Fyri kortum longdi Páll Klettskarð sáttmálan við KÍ og nú hava Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø og Ivan Joensen allir skrivað nýggjar sáttmálar við KÍ

Arbeiði við at fyrireika seg til komandi kapingarár eru longu farnar í gongd hjá flestu feløg­unum. Í Klaksvík hava tey sett sum mið, at allir sáttmála skulu verða komnir upp á pláss áðrenn landskappingin end­ar, skrivar heimsíðan hjá felag­num.
Miðverjin, Jógvan Isaksen, hevur leikt allar minuttirnar í øllum 24 dystinum í lands­kapp­ingini higartil. Hóast hann bara er 22 ár, so hevur hann sam­bært faroesoccer.com spælt 70 dystir í Effodeildini. Jógvan Isaksen hevur longt sáttmálan við einum ári.
Sørmund Kalsø er 20 ára gamal og hevur leikt 18 dystir fyri KÍ í ár. Samanlagt hevur miðverjin spælt 59 dystir í Effo­deildini og hevur skrivað und­ir fyri kappingarárini 2013 og 2014.
Ivan Joensen er 20 ára gamal og hevur leikt 14 dystir fyri KÍ í ár. Hann hevur tilsamans spælt 26 dystir í Effodeildini. Ivan hevur skrivað undir fyri kapp­ingarárini 2013 og 2014.
– Vit hava í kvittanum at fáa sáttmálarnar við okkara leikarar avgreiddar áðrenn sein­asta leikdag tann 6. Oktober, sigur Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.