Fleiri húsagangir

Hagtøl, sum vórðu løgd fram í Oslo í gjár, vísa, at hetta seinasta árið eru 20 prosent fleiri norskar fyritøkur farnar á húsagang enn teir tólv mánaðarnar frammanundan.

Í gjár skuldu 14 av teimum fyritøkunum, sum eru skrásettar á børsinum í Oslo, kunngera sínar roknskapir, men hagtølini vísa, at nógvar fyritøkur koma ongantíð so langt, at tær fáa lagt sínar roknskapir fram.
Í stóra sakføraravirkinum Selmer verður sagt, at tey hava havt við fleiri húsagangir at gera hetta seinasta árið enn fyrr. Í kreditteftirlitinum siga tey, at nógvar fyritøkur hava trupult við at standa seg í kappingini, og at bankarnir missa pengar av sínum útlánum. Eftirlitið roknar við, at bankarnir fara at missa uppaftur meiri.