Fleiri grundstykki til sølu í Nólsoy

Tórshavnar kommuna lýsir fleiri grundstykkir í Nólsoy til sølu. Talan er um nøkur av grundstykkjunum, ið eru eftir av útstykkingini

Undir Bøbrekku, nøkur grundstykki, sum áður hava staðið til sølu.

Hvørt stykki er umleið 500 fermetrar til støddar. Stykkini eru ikki grivin út, og tey verða seld, soleiðis sum tey liggja. Kostnaðurin er kr. 165.000 umframt tinglýsingarkostnaðin, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ein av treytunum fyri stykkjunum er bústaðarskylda.

Av býráðnum verður sagt, at um fleiri søkja um at keypa sama stykki, so verða allar umsóknirnar goymdar, soleiðis at tey kunnnu bjóða næsta umsøkjara stykkið, um tann fyrsti keyparin sleppur sínari ætlan.

– Eisini kemur fyri, at seld stykkir verða latin inn aftur, skrivar kommunan.