Alsamt fleiri føroyingar vilja endurnýta glasið, ið verður nýtt í húsarhaldinum, og tí hevur IRF gjørt av at betra um umstøðurnar til glasmóttøku í fleiri kommunum.
Í vikuni lata glasmóttøkur upp í Eysturkommunu, Runavíkar kommunu, Vága kommunu, Hvannasund kommunu og Nes kommunu, og væntandi koma fleiri kommunur afturat í næstum, sigur IRF.
– Føroyingar eru sum heild vorðnir alsamt meira umhvørvistilvitaðir, og bæði vinnan og borgarar spyrja eftir fleiri møguleikum at skilja burturkast.
– Hugburðurin í føroysku kommununum er eisini nógv broyttur. Tá IRF bjóðaði út møguleika at fáa glasmóttøku á kommunalu plássini, vóru tað fleiri kommunur, sum alt fyri eitt meldaðu seg til nýggju skipanina.
IRF sigur eisini, at allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast inn til endurnýtslu, men glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er kortini ikki neyðugt at vaska lutin við sápu.
Áskriftir - etikettir - kunnu vera á, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.
Tað er framvegis ikki møguleiki at lata inn glaslutir til endurvinning á øllum kommunalum plássum, og IRF heitir á borgararnar um at spyrja seg fyri, vilja teir sleppa av við glas.