Sveinur Tróndarson
Løgreglan í Havn, hevði sítt at síggja til um vikuskiftið. Ikki tí, at nakað serliga ógvusligt fór fram nakrastaðni, men meira tí, at tað vóru so nógv full fólk í býnum.
- Okkurt smávegis slagsmál hevur verið í býnum, men tað er eisini íkomið av fyllskapi, so tað hevur ikki verið so ógvusligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Hann váttar annars, at tað hava verið fleiri fólk í klivunum hetta vikuskiftið enn tað vanliga eru, men sigur eisini, at tað uttan iva hongur saman við, at tað hava verið nógv tiltøk í býnum um vikuskiftið.
Annars greiðir hann frá, at ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.