Suðurafrikanska hornið er ikki bert ringt fyri oyruni, tað er eisini heilsuskaðiligt.
- Vuvuzelain kann breiða influensu og aðrar sjúkur runt í stórum mátum. Fólk anda nógv gjøgnum hornið, og tað er í roynd og veru verri fyri heilsuna, enn um fólk hosta ella rópa nógv, sigur tann bretski læknin Ruth Mcnerney frá skúlanum London School of Hygiene and Tropical Medicine við Associated Press.
Læknin hevur kannað heilsuvandan í ?terrorhorninum? við hjálp frá átta royndarfólkum, ið hava blást í vuvuzelaina eitt longri tíðarskeið.
- Úrslitið av royndunum varð, at tað, sum hornið útskilur, tá ið fólk blása nógv í tað, er ógvuliga heilsuskaðiligt. Og bakteriurnar eru ógvuliga mótstøðuførar, og halda sær í luftini í langa tíð, sigur læknin.
Kelda: bt.dk