Fleiri gentur smakkað sær á enn dreingir

Í nýggja álitinum, sum er handað Tórshavnar býráð, verða m.a. rúsdrekkavanar hjá ungum í kommuni lýstir. Kanningin staðfestir, at fleiri gentur enn dreingir hava verið ávirkaðar av rúsdrekka, men dreingirnir drekka lutfalsliga oftari enn genturnar

BØRN OG UNG
 
Hóskvøldið varð nýtt álit handað Tórshavnar Býrað um ung í kommununi. Ein arbeiðsbólkur hevur í nøkur ár kannað viðurskiftini hjá børnum og ungum høvuðsstaðarøkinum og orðað tilmæli til býráðspolitikararnar.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið Bogi Andreassen fyri Margarinfabrikkina, Elin Heðinsdóttir Joensen fyri Barnaverndina, Jákup Fjallsbak fyri Føroya Ungdómsráð, Katrin Petersen fyri Trivnaðardeildina hjá Býraðnum og Rigmor Dam, sum hevur verið skrivari.
Sjálvt álitið er grundað á samrøður við fólk og feløg, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til ung fólk í Tórshavnar kommunu. Harafturat eru úrslit frá eini ungdómsráðstevnu á Háskúlanum og ein spurnarkanning um trivnað, nýtslu og tilmæli hjá næmingum í framhaldsdeildini brúkt sum grundarlag undir álitinum.
Ein partur av álitinum snýr seg um nýtslu og misnýtslu av rúsevnum millum ungfólk.
Helmingurin av teimum, sum svaraðu í spurnarkanningini, ið álitið er grundað á, høvdu drukkið rúsdrekka og verið ávirkað.
 
Dreingirnir drekka oftari
 
Munurin er ikki stórur, men tølini frá kanningini vísa, at fleiri gentur enn dreingir hava roynt at verið ávirkaðar. 57,6 % av gentunum hava roynt at verið ávirkaðar, meðan talið er 52,3 %.
Fleiri dreingir enn gentur hava tó roynt at verið ávirkaðir, áðrenn teir eru fyltir 13 ár. Her eru tølini 12,& % ímóti 3,8 %. Hinvegin broytist støðan eftir 13 ára aldur, tá 27,8 % av gentunum hava verið ávirkaðar ímóti 20 % av deingjunum.
Til spurningin, hvussu ofta tey ungu smakka sær á, svaraði ein triðingur, at tey drekka 2-3 ferðir um mánaðin. Ein fimtingur svaraði eina ferð um mánaðin, og 15 % svaraðu eina ferð um vikuna.
Hóast fleiri gentur enn dreingir siga seg hava roynt at verið ávirkaðar, so drekka dreingirnir lutfalsliga oftari enn genturnar. 59 % av deingjunum smakka sær á 2-3 ferðir um mánaðin. Hjá gentunum er talið 47 %.
 
Halda seg duga betur enn hini
 
Tað er minni enn so altíð, at foreldrini vita, at børnini hjá teimum drekka. Serliga genturnar velja at krógva hetta fyri foreldrunum. Heili 43 % av gentunum, ið siga seg hava verið ávirkaðar, svaraðu, at foreldrini ikki vistu av hesum, og 23 % ivaðust í, um foreldrini vóru kunnig við hetta.
Dreingirnir eru meira opnir um nýtsluna av rúsdrekka. 20 % av teimum halda tað loyniligt fyri foreldrunum, meðan 64 % av dreingjunum svaraðu, at foreldrini hjá teimum vóru vitandi um, at teir drukku.
Munur er eisini á, hvaðani tey ungu fáa rúsdrekka.
40 % av dreingjunum svaraðu, at teir fingu sterkan løg frá foreldrunum, meðan 17 % av gentunum fáa kundu siga tað sama.
Sjálvi halda tey ungu sambært spurnarkanningini, at tey halda seg duga væl at stýra sær sjálvum, tá tey drekka. Hinvegin ivast tey í, um vinfólkini og javnaldrarnir duga líka væl. Í álitinum, sum Tórshavnar Býráð hevur fingið, verður staðfest, at hetta kann merkja, at umleið helvtin av teimum ungu ikki heldur tað vera nóg gott skil á, tá javnaldrarnir drekka.
 
Óvæntað tøl
 
Firouz Gaini er mannfrøðingur ella antropologur og skrivar í løtuni eina Ph.D.-ritgerð um ungdómsmentan í Føroyum. Hann sigur seg ikki hava kannað so gjølla, hvussu nýtslan av rúsdrekka millum ungfólk er í Føroyum, men sigur, at hann ikki hevði væntað, at fleri gentur enn dreingir hava verið ávirkaðar, hóast munurin ikki er so stórur. Hann sigur, at sjálvur vildi hann mett, at fleiri dreingir enn gentur høvdu verið ávirkaðir, ella at tølini vóru nøkurlunda líka.
Firouz Gaini sigur seg ikki tora at gera nakra beinleiðis niðurstøðu, men nevnir býarlív og broyting í lívsstíli, sum ein ikki beinleiðis leggur til merkis, sum møguligar orsøkir.
Annars verður nýtsla av alkoholi mett sum ein maskulin nýtsla, meðan gentur ofta verða settar í samband við onnur rúsevni, t.d. pillarar. Firouz Gaini heldur tølini vera áhugaverd og kunnu vísa okkum, hvussu broytingar í lívsstílum og kynsmunum henda, sum man annars ikki leggur merki til. Hinvegin skulu vit eisini taka slíka kanning við fyrivarni, tí svarprosentið í kanningini var 56 %, ið svarar til 499 ungfólk. Firouz Gaini vísir, at spurningarnir vóru sendir í teldubrøvum til framhaldsdeildarnæmingar, og hetta kann vera við til at skapa distansu, sum hann tekur til. Tað er nevniliga ymiskt, hvussu nógv brúka teldupost, og eisini kemur nógv ymiskt við telduposti, og tí er ilt at siga, hvussu og hvør hevur valt at svara, sigur Firouz Gaini.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Drekkur tú nakrantíð rúsdrekka, so tú verður ávirkaður
 
 
                                            Øll                 Dreingir        Gentur
Ja                                        54,8 %          52,3 %         57,6 %
Nei                                      45,2 %          47,7 %          42,4 %
(Talvurnar eru úr (Álit um ung)
 
 
Hvussu gamal/gomul vart tú fyrstu ferð?
 
                                            Øll                 Dreingir        Gentur
Yngri enn 13                      8,6 %            12,6 %          4,6 %
13                                        23,9 %          20 %             27,4 %
14                                        41,8 %          39,3 %          43,7 %
15                                        22 %             22,2 %          21,8 %
16 ella eldri                        3,7 %            5,9 %            1,6 %           
 
 
 
Um drykkjuvanar
(Svarprosentini eru bert fyri tey, ið hava roynt at verið ávirkað)
 
 
 
                                                                                       Ja                   Nei                 Veit ikki
Vita foreldur tíni, at tú drekkur?                                       49,3 %           31,3 %           19,4 %
Fært tú sterkt øl, vín ella brennivín frá foreldrum tínum?  27,2 %           70,5 %           2,3 %
Keypa eldri vinir øl, vín ella brennivín fyri teg?                 62,3 %           36,2 %           1,5 %
Hevur tú ofta moralskar timburmenn dagin eftir?              23,1 %           68,3 %           8,6 %
Ert tú ofta so full/ur, at tú missir vitið (blackout)?            11,2 %           84,3 %           4,5 %
Heldur tú teg sjálvan duga væl at stýra tær, tá tú drekkur? 71,6 %           11,9 %           16,5 %
Heldur tú, at vinir tínir duga at stýra sær, tá teir/tær drekka?37,3%          36,2 %           26,5 %
Drekkur tú óblandað brennivín, tá ið tú ballast?                32,1 %           59,3 %           8,6 %