Fleiri gentur koppseta seg móti lívmóðurhálskrabba

Gongdin er, at fleiri og fleiri gentur í Føroyum læta seg koppseta móti lívmóðurhálskrabba Í 2009 byrjaði skipanin í Føroyum við at koppseta gentur móti lívmóðurhálskrabba.

Skipanin kom so seint út á árið í gildi, at fatur fekst ikki á øllum gentum, sum føddar vórðu í 1993. Bara 65 prosent av tí árganginum varð koppsettur. Størri partur av næsta árgangi varð koppsettur, og fyri árgangin frá 1995 var koppsetingin 95 prosent.

Hetta er væl størri undirtøka enn í Danmark, har 85 prosent av gentunum verða koppsettar móti lívmóðurhálskrabba.

Liðugt er ikki at koppseta komandi árgangirnar, men sum gongdin er, verður undirtøkan betri og betri.

Heilsufrøðingarnir halda eina orsøkina vera, at samfelagið er so lítið, og tætt samband er millum Gigni og heilsuverkið.