Norðlýsið skrivar, at 25 ára gamli Abubakar Ibrahim Aliyu, sum í desembur gjørdi ein tvey ára sáttmála við KÍ, loksins er komin til Klaksvíkar. Fyrst vóru trupulleikar við loyvunum og síðani hevur korona gjørt, at spælarin ikki er sloppin úr Nigera.
Les eisini: KÍ ferðast í lítlum flogfari
Norðlýsið boðar frá, at Abubakar Ibrahim Aliyu nú fer at venja sjálvur, fyri at koma í form. Hann hevur ikki spælt nakran dyst í 2020. Abubakar er úr Nigeria kemur frá HamKam og spælir sum áleypari ella kantur. Hann hevur verið liðfelagið við Ole Erik Midtskogen og Odmar Færø.
KÍ hevur eisini fingið tilgongd av pólska málverjanum, Lukasz Jarosinski, og slovenska miðvallaranum, David Skrbec. Teir hava ikki fingið loyvini upp á pláss enn, og kunnu tí ikki spæla við í Sveis. Heini Vatnsdal og Dávid Langgaard eru eisini komnir til í summar, og eru við á ferðini.
KÍ fer fyrrapartin við norskum leiguflúgvara til Bern í Sveis. KÍ skal longu mikukvøldið spæla móti Young Boys í 2. umfari í Champions League.