Fleiri góðir rennarar sprotnir úr stevnukappingum

Leygardagin á Norðoyastevnu skipar rennifelagið Treysti í Klaksvík fyri árligu Føroya Bjór renningini fyri 21. ferð. Renningin er bæði fyri børn og vaksin. 

 

 

-Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum, siga tey frá felagnum.

 

 

Guttorm Sørensen, næstformaður í Treysti, flutti heim aftur til Føroya at búgva veturin 1996, og byrjaði summarið eftir at skipa fyri rennikappingum á stevnunum. Serliga týdninagrmikið var tað, at børnini eisini sluppu at renna, greiðir hann frá.

 

 

 

-Eitt tað fyrsta eg gjørdi var at gera býarrenningina sjónliga. Teigurin, sum fyrr var rundan um býin, var nú inni í býnum. Fleiri av teim í dag heilt góðu rennarunum í Rennifelagnum Treysti eru sprottin burturúr hesum stevnukappingunum, sigur Guttorm Sørensen.

 

 

Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450 metrar, og tey renna ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna ein fimm kilometra tein, sum er uppmátaður og góðkendur.