Sjónvarpið, teldilin og skíggjar av øðrum slagi hava verið nógv skeldað seinastu árini, og nógv eru skíggjaráðini bæði til børn og til vaksin. Í grein í blaðnum Vores Børn sigur Stine Liv Johansen, miðlagranskari á Århus Universitet, ið hevur gjørt kanning av smábørnum og sjónvarpi, at sjónvarpið kann geva íblástur til spæl og eisini hjálpa við innlæring.
– Tey minstu brúka sjónvarpið til at læra, hvussu ein frásøgn er samansett, til at savna vita um tað, sum tey hava áhuga í og til undirhald, sigur Stine Liv Johansen, miðlagranskari við miðilin Vores Børn.
Hon greiðir frá, at tá børnini verða eitt sindur eldri og byrja í barnagarði, so vaksur áhugin fyri ymisku sendingunum og persónunum, sum tey kenna aftur frá sendingum og filmum. Tí er umráðandi, at foreldrini fylgja við í og vísa áhuga fyri tí, sum børnini hyggja at.
Hon vísir á, at umframt at menna hugflogið hjá børnunum, so er sjónvarpið eisini við til at menna barnið persónliga, tá tað hyggur at sendingum, har tað kennir seg aftur í leiklutunum á skíggjanum. Eisini styrkir tað um sosialu sambondini, sum barnið hevur, tí tað kann tosa við, tá hini børnini tosa um onkran leiklut, sending ella film.
– Serliga í dag, tá børn verða býtt upp í bólkar eftir aldri, og tí ikki læra spølini frá teimum eldru børnunum, fáa tey hesa vitanina úr sjónvarpinum, greiðir hon frá.
Eisini heldur hon, at tíðin frammanfyri sjónvarpinum kann verða kvalitetstíð saman við familjuni, og tað eru fleiri góðar grundir til at hyggja eftir sjónvarpi, men tvørtur ímóti tí, sum fleiri halda, so er "lærdómur" ikki ein av høvuðsorsøkunum. Sambært Stine Liv Johansen so er onki, sum bendir á, at sjónvarpið stuðlar og styrkir málmenningina hjá børnunum.