Løgtingið skal í dag taka støðu til fýra skrivligar fyrispurningar til landsstýrismenn og hava eina aðru viðgerð.
Løgtingið skal gera av, um Helena Dam á Neystabø skal svara einum fyrispurningi frá Kára á Rógvi viðvíkjandi útbúgvingum oman fyri miðnám.
Síðani verður onnur viðgerð av uppskotið um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn, sum snýr seg um læknakanningar av sjófólki.
Jóannes Eidesgaard fer at svara Annitu á Fríðriksmørk, sum spyr um upplýsingar frá Briani Mikkelsen, ráðharra, um Fíggjareftirlitið og Eik. Jóannes Eidesgaard skal eisinis vara Kára á Rógvi, sum spyr um almenn keyp av partabrøvum í privatum vinnufyritøkum - og at enda skal løgmaður eisini svara Kára á Rógvi, sum spyr løgmann um brot á játtanarskipan og raðfestingar landssins fíggjarárini eftir 2011.