Finnbogi Ísakson heldur tað vera eitt framstig at leggja loftmiðlarnar saman. ? Eg vænti, at tað fæst meiri burturúr um stovnarnir verða lagdir saman, heldur hann. ?Hetta er ein sera góður háttur at effektivisera stovnarnar, og eg vænti, at fyrimunirnir við samanleggingini verða fleiri enn vansarnir.
Finnbogi nevnir, at møguleikarnir gerast nógv fleiri tá ið umsitingin gerst felags. Um stovnarnir fara at duga at útnytta felags umsitingina, verða fleiri fyrimunir fyri báðar stovnar. T.d. kunnu starvsfólkini skifta ímillum arbeiðsplássini, soleiðis, at tey halda á at mennast og at fáa íblástur. ? Eg eri greiður um, at sendiflatan hjá útvarpinum og sjónvarpinum ikki er tann sama, men har eru nakrar ógvuliga stórar umsitingarligar líkheitir. Tí hevði ein felags umsiting verið ein stór effektivisering, heldur hann.
Finnbogi nevnir víðari, at útvarpshúsið varð bygt við tí fyri eygað, at sjónvarpið eisini skuldi koma at húsast har. T.d. var útvarpshøllin ætlað til sjónvarpsframleiðslu. Tað hevur tó ikki verið serliga aktuelt higartil. ? Vit síggja tað í útlondunum, bæði í Danmark, Noregi og aðrastaðni, at miðlar verða lagdir saman við sera góðum úrslitum. Hví skuldu vit ikki kunna gjørt tað her eisini, spyr Finnbogi.
Hann nevnir, at ein samanlegging fer at lata nakrar hurðar upp, tá ið tað kemur til at talgilda útgerðina hjá sjónvarpinum, eins og hon longu er tað hjá útvarpinum.
Verjið kappingina
Finnbogi Ísakson leggur tó eisini dent á, at tað kann fara at verða ein trupul uppgáva, at fáa stovnarnar at fungera undir eini leiðslu. Tað eru altíð vansar við eini samanlegging, men Finnbogi væntar tó, at teir fara at finna ein lykil til trupulleikarnar. ? Tað er týdningarmikið fyri kappingina, at teir framvegis fara at varveita tvær sjálvstøðugur redaktiónir. Ein ávís kapping má vera, og tí mugu teir eisini leggja dent á at hava tvær deildir, sigur hann.
Víðari heldur hann, at vánaliga fíggjarstøðan hjá svf kann fara at verða ein bági, tá stovnarnir verða lagdir saman. Tað er ein vandi fyri, at SvF fer at eta frá ÚF, men Finnbogi roknar tó ikki við, at umsitingin fer at lata tað henda. Teir mugu finna eina fíggjarætlan, sum fyribyrgir at vánaliga støðan í Svf koppar ÚF.
Spurdur um framferðarháttin hjá landstýrismanninum í málinum, hevur Finnbogi Ísakson lítlar og ongar viðmerkingar. ? Eg kann siga, at eg taki undir við prinsippinum um samanlegging. Hvat landstýrismaðurin hevur gjørt havi eg sum so onga viðmerking til. Men eg gangi út frá, at hann man hava sínar orsøkir til at gera júst soleiðis. Hann hevur jú ikki tikið eina avgerð, sum verður sett í verk frá einum degi til annan. Hann hevur tikið eina avgerð, sum verður sett í verk um eitt hálvt ár, so tað er enn nakað av tíð, har partarnir kunnu tosa saman og finna útav hvat er rætt at gera, staðfestir Finnbogi Ísakson. Avgerðina hjá landstýrismanninum um at seta útvarpsstjóran sum stjóra í báðum stovnunum, heldur Finnbogi vera í lagið. ? Jógvan Jespersen hevur verið útvarpsstjóri í 14 ár, og hann er komin sera væl frá tí. Mikkjal Helmsdal er nógv nýggjari í stjórasessinum. Eg haldi tað vera rímiligt at seta hann, sum hevur verið longri í starvi til stjóra yvir báðum stovnunum, sigur Finnbogi Ísakson at enda.