Tað var ein ræðulig sjón, ið møtti løgregluni, tá hon tók seg inn í eina íbúð í Brønshøj í Keypmannahavn í morgun.
Løgreglan hevði fingið nakrar fráboðanir um húsaófrið og sendi tí eitt vaktarlið á staðið.
- Tað var ein ræðulig sjón, sum møtti teimum. Har lógu fleiri fólk dripin í íbúðini, sigur Ove B. Larsen, varapolitiinspektørur og kanningarleiðari, við Ekstrablaðið.
Løgreglan sigur, at enn er tað ov tíðliga til at siga neyvt, hvat er hent. Løgreglan vil heldur ikki upplýsa, hvussu nógv fólk eru funnin dripin í íbúðini.
Ein maður er handtikin og situr nú í varðhaldi, skuldsettur fyri dráp.
- Vit hava avbyrgt staðið og royna nú at finna útav, hvat er hent. Har var ein øgilig rúgva av blóði í íbúðini, men eg kann ikki siga meiri nú, sigur Ove B. Larsen. Løgreglan upplýsir heldur einki um hvat samband er millum tey dripnu og tann handtikna.