Hesa tíðina í fjør kom Fuglar og Fiskar út. Talan er um eitt vendispæl, sum serliga er ætlað barnafamiljum, har møguleiki er at nema sær kunnleika um fuglar og fiskar í Føroyum. Eitt nú hvussu teir eita, hvussu teir síggja út, hvussu long livitíðin er, og so víðari. Spælið varð so mikið væl móttikið at nú hava útgevarnir valt at enduprenta fleiri eintøk, sum nú fáast kring landið.










