Fleiri frambrot eru á veg í Sandoynni

Sandoyggin hevur síðan tíðarinnar morgun verið undangonguøki innan landbúnað í Føroyum.

 

- Valla ivast nakar í, at Sandoyggin og serliga Sandsbygd gongur á odda, tá ræður um at framleiða hágóðsku úr føroysku náttúruni. Sands kommuna er næst størsta markatalsbygd í Føroyum og hevur síðan tíðarinnar morgun verið undangonguøki innan landbúnað.

Nakað soleiðis verður skrivað á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu í kvøld. Lagt verður aftrat, at við sínum slætta lendi, fruktargóðu sandmold og sínum hugsjónarligu sterku undangongufólkum hevur Grøna oyggin rættiliga brotið uppúr nýggjum seinastu árini.

- Fleiri frambrot eru á veg á Sandi, nú nýggjur háskúli innan landbúnað og matframleiðslu er um at byrja sítt virksemi. Í vikuni frættist eisini, at Grøna oyggin nú er innstillað til Embla-virðislønina fyri slóðbrótandi virksemið, sum Miðstovugarður, Uttastovugarður og Veltan hava staðið fyri farnu árini.

Á Facebook-siðuni hjá Sands kommunu vísa tey á, at tað verður spennandi at fylgja við, um Grøna oyggin fær viðurkenning burturúr innstillingini, og ynskt verður teimum, sum standa aftan fyri hesi framtøk, góða eydnu.